2.3K
Downloads
15
Episodes
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Episodes
Thursday Dec 24, 2020
Óskil í lógarverki og dómsvaldi: Dan Klein sigur frá
Thursday Dec 24, 2020
Thursday Dec 24, 2020
Fáur innan tann føroyska miðlaheimin man hava torað betur enn Dan Klein at siga hart og beinleiðis frá sovorðnum sum annars neyvan verður tikið upp á tungu alment. ĺ løtuni arbeiðir hann við einari bók sum detaljerað viðger fleiri av teimum viðbreknu málum hann skrivaði um í '80unum og '90unum og bleiv rættarforfylgdur fyri og í onkrum føri enntá mátti inn at sita fyri. Hann vísir millum annað á dómin hjá mannarættinda dómstólinum í Strasbourgh, í tí sokallaða Grønjakka-málinum, har Jens Oluf Jersild, táverandi redaktørur á donskum sjónvarpsprogrammi, varð fríkendur fyri at eiga ábyrgd av racistiskum úttalilsi hjá gesti í sjónvarpsstudio, øvugt av tí sum tann danska rættarskipanin var komin fram til. ĺ tí høpinum er nærliggjandi at spyrja hvussu tað ber til at Dan Klein kortini varð dømdur og mátti í geglið fyri úttalilsi sum hann hevði citerað navngivna keldur fyri — sum keldan harafturat av sínum eintingum, eitt nú yvir fyri løgregluni og eisini alment, hevði váttað at eiga fulla ábyrgd av. Hoyr um alt hetta og mangt afturat í drúgvari og sera hugtakandi samrøðu. HENDAN EPISODAN ER ÚTSETT INNTIL VĺÐARI.
Comments (0)
To leave or reply to comments, please download free Podbean or
No Comments
To leave or reply to comments,
please download free Podbean App.