2.4K
Downloads
15
Episodes
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Episodes
Tuesday Dec 28, 2021
Tóra við Keldu, MEGD: ‘Hví føla borgararnir at teir ikki verða møttir?’
Tuesday Dec 28, 2021
Tuesday Dec 28, 2021
Tóra við Keldu greiðir í spennandi samrøðu við Mikrofonina frá um arbeiðið hjá meginfelagnum MEGD, ið umvegis 24 limafeløg umboðar fleiri túsund borgarar í Føroyum sum bera brek av onkrum slag. Hon er útbúgvin lærari men er ikki minni kend sum góður svimjari ið vann nógvar kappingar fyri árum síðani. Tey seinastu átta árini hevur hon verið forkvinna í MEGD, og hon hevur greiðar meiningar um ymiskt innan føroyskan sosialpolitikk og umsiting av almennum tænastum. Hon metir at játtanir og serfrøði eru ikki teir størstu trupulleikarnir á økinum, men heldur at verandi skipanir tykjast óneyðuga fløktar fyri eitt so lítið samfelag sum Føroyar og at samskifti er ofta tað sum manglar, seriliga millum stovnar og borgarar men eisini millum tær ymisku skipanirnar. Tá tað kemur til eitt nú hvussu borgarar uppliva stovnar sum Almannaverkið og Sernám sigur Tóra m.a.: “Vit hava fakfólkið, vit hava sikkurt nøktandi játtanir, og… aftur koma vit til tað: hví føla so borgararnir at teir ikki verða møttir? Vit duga øgiliga væl at seta orð á hvørji tilboð vit skulu hava; tá vit fara inn á heimasíður so sær tað øgiliga gott út… Og allíkavæl virkar tað sum tað er eitt skott ímillum tænastuna og borgaran. Og onkuntíð fer man at hugsa um fyri hvønn eru tænasturnar til; eru tær ikki til borgaran? Og kanska er tað ein viðurkenning av at tey sum arbeiða hinumegin hugsa fyrst og fremst ‘systemið’ fram um borgaran. ĺ øllum førum er tað tað sum fleiri borgarar føla.” Hóast atfinningar sum hesar gleðist Tóra við Keldu um framstig sum eru hend á tí hon kallar brekøkinum tey seinnu árini, bæði hvat viðvíkur almennari viðurkenning av rættindum teirra ið bera brek og hvat viðvíkur hugburði millum fólk. Sum skilst er annars ætlanin nú at seta meira fokus á samskifti og heita á politikarar og onnur um at virka fyri at meira verður gjørt fyri at tey ið bera brek fáa meira holistisk tilboð har størri dentur verður lagur á júst samskifti.
Wednesday Nov 24, 2021
Fann eitt arktiskt ævintýr millum inuitar í Kanada: Rannvá E. Simonsen
Wednesday Nov 24, 2021
Wednesday Nov 24, 2021
Rannvá Erlingsdóttir Simonsen er útbúgvin arktitektur og hevur eisini arbeitt sum slíkur; men hon er meira kend sum designari innan skinnvørur, serliga klæði men eisini ymiskt annað. Hon hevur í mong ár búð í Baffin Land (sum nú alment eitur Baffin Island) í tí stóra Nunavut landslutinum í Kanada. Hetta er eitt veldugt øki sum liggur langt norðuri í Arktis, og er størsta región í Kanada, og hevur eisini lægsta fólkatal — ja, verður roknað sum eitt av heimsins mest fjarskotnu og fólkafátækastu økjum. Meginparturin av teimum tilsamans umleið 35.000 íbúgvunum eru inuitar.
Rannvá hevur leingi verið sera hugtikin av Inuit mentan og sær eisini líkheitir millum teirra umstøður og tær hjá føroyingum, ikki minst í mun til djóraverndarfelagsskapir ið hava ilt við at skilja livikorini hjá fólkum sum liva av havinum. Rannvá fegnast um framstig sum eru hend tey seinnu árini tá tað kemur til at virða inuitar, teirra rættindi, teirra mentan og teirra søgu í Kanada, hóast mong teirra hava verið fyri stórum ágangi, líðingum og ræðuleikum heilt upp til nýggjari tíð. Men tað sum hon ikki minst brennir fyri er tað listarliga og skapandi. Hon hevur verið íðin at stimbra og hugkveikja Inuit kvinnur til at gera meira við, og fáa meira burtur úr, teirra siðbundnu list, ikki minst innan klæðir og aðrar vørur úr kópaskinni og skinni av øðrum djórum sum liva har í Baffin Land. Og tað er eisini blívið fínt tey seinnu árini at stuðla uppruna mentan og list og keypa lokalt og burðardygt. Men betri javnvág millum mannfólk og konufólk er samstundis eitt av hennara stóru hjartamálum.
“Also menn duga øgiliga væl at fara frameftir og byggja og fáa ting at henda,” sigur hon; “men onkuntíð so kann tað blíva eitt sindur einsporað, og har hugsi eg at kvinnurnar duga generelt betur at hugsa um alt møguligt í senn. Summi blíva svøk av tí, men vit hava brúk fyri tí, tí at alt hongur saman.”
Nú er Rannvá farin at umhugsa møguleikan at koma aftur til Føroyar áðrenn leingi og kanska fara í gongd aftur at arbeiða innan arkitektayrkið. Hoyr meira í hesi sera áhugaverdu samrøðu.
Monday Aug 30, 2021
Játtanin til fólkaskúlan má hækkast við fimtingi — Annbritt Toftegaard
Monday Aug 30, 2021
Monday Aug 30, 2021
“Føroyski fólkaskúlin hevur nakrar risa avbjóðingar við børnum við serligum tørvi, og støðan stendur við og versnar,” skrivaði Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi, herfyri í einari greinarøð undir heitinum ‘Fólkaskúlin er fyri øll — eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi.’ “Tíðin er komin,” segði hon, “har politiska skipanin veruliga tekur hesa støðuna og gongdina í álvara og setir í verk nakrar munagóðar loysnir og karmar fyri henda serliga málbólkin av børnum ella næmingum. Tey átøk sum higartil eru sett í verk muna alt ov lítið — tørvurin á hjálp er framhaldandi ovurstórur.”
Hon legði afturat: “Mín meting er at 20 prosent av næmingunum hava serligan tørv. Í einum skúla við 300 næmingum stríðast umleið 60 næmingar við eitt ella fleiri av hesum: eru lesiveik, orðblind, talblind, hava trupult við at læra, eru illa fyri sosialt, tvangstankar, ADHD, ADD, tunglindi, angist, autisma, menningartarn, niðursetta hoyrn, niðursetta sjón, ymiskar fysiskar sjúkir sum til dømis gigt, bruna í tarmunum ella okkurt heilt annað.”
Mikrofonin hitti Annbritt Toftegaard tann 25. august og spurdi hana eitt sindur nærri um hennara hugsanir um fólkaskúlan og nakrar av teimum avbjóðingum sum í løtuni merkjast har, serliga tá tað kemur til børn og størri næmingar við sokallaðum serligum tørvi.
Er fólkaskúlin veruliga fyri øll? Hvat er tað sum ikki fungerar við verandi skipan? Er játtanin á fíggjarlógini hjá Løgtinginum til skúlarnar ov lág og, um so er, hvussu nógv eigur hon at verða hækkað? Hetta og annað mangt spurdu vit skúlastjóran í sera áhugaverdari samrøðu.
Sunday Jun 13, 2021
Sunday Jun 13, 2021
Rokna við at tað fer at kosta so mikið sum minst 7 milliardir krónur, ja kanska upp til 10 milliardir, at leggja Føroyar um til grøna orku eftir teimum almennu ætlanum sum fyriliggja. Finn Jakobsen, stjóri á Magn, er útbúgvin sum elektro-mekanikari og sterkstreyms verkfrøðingur. Hann arbeiddi í mong ár á SEV, fyrst sum verkfrøðingur og síðan sum tekniskur stjóri; so fór hann í starv sum tekniskur stjóri á Magn, har hann í 2020 gjørdist forstjóri. Undir hansara leiðslu er Magn vorðið rættiliga sjónligt innan vindorku, og stjórans alment orðaða, fremsta uppgáva er at tryggja at Magn heldur fram sum ein sterkur orkuveitari í Føroyum, eisini aftaná at nýtslan av olju sum brennievni einaferð væntandi er minkað niður í einki. Servicestøðirnar fara í framtíðini helst at hava fleiri ymisk brennievni at bjóða akførum, spáar Finn Jakobsen. Og hvat viðvíkur tænastu tók Magn herfyri stig til at royna nakað nýtt í Føroyum — nevniliga at hava servicestøð opna alt samdøgrið, alla vikuna. Hetta at nær tað skal vera, kunna fáa sær ein kopp av kaffi og kanska keypa okkurt smávegis inn, kann møguliga vera við til at flyta Føroyar eitt fet fram sum nýmótans samfelag. Magn stjórin hevur ein brennandi áhuga fyri orkuspurningum og sigur eisini sína hugsan um ta grønu tilgongdina, um ymiskar orkukeldur og týðandi atlit ið mugu takast í hesum sambandi, bæði tøkniliga og ikki minst fíggjarliga.
Saturday May 08, 2021
Saturday May 08, 2021
Av teimum mongu úr øllum heraðshornum ið hava vitjað Fuglafjørð millum ár og dag munu fá teljast ið ikki hava verið inni á Muntra og fingið ein góðan bita og kanska eisini eitt prát við eigaran ið framvegis rekur ta traditiónsríku matstovuna. Teir gestirnir umfata alt millum sjómenn úr einari røð av londum, fólk sum arbeiða í Fuglafirði, ferðafólk, ja og kongalig við. Poul Rustin er nú 70 ára gamal men hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær enn, og skjótt kemur eisini hennara hátign Margretha drotning á vitjan har, skilst. Umframt dugnasemi í at gera góðan mat, dugir Poul væl at tosa við fólk av øllum hugsandi bakgrundum, og hann veit eisini nógvar góðar søgur at siga frá. Tey fólkini eru eisini mong ið meta høgt hansara arbeiði við Muntra, eins og týðiliga kom til sjóndar nú ið matstovan tann 6. mai kundi hátíðarhalda sín 50 ára dag.
Friday Apr 23, 2021
Friday Apr 23, 2021
Eivind Jacobsen, fyrrverandi borgmeistari á Strondum, fyrrverandi fiskiskipari og fyrrverandi radiovertur á R7, sigur frá um eina granskingarverkætlan hann arbeiðir við fyri tíðina, har nógv av tí vit halda okkum vita um botnfisk undir Føroyum verður vent á. Eivind hevur eisini viðmerkingar um aktuell mál, eitt nú gølusøguna um mutur kring fiskirættindi í Namibia, og dylir ikki fyri hvat hann meinar har. Eisini sigur hann sína hugsan um bústaðarpolitikk í Føroyum og meinar at flestu kommunur stykkja alt ov lítið út, og at hetta hevur grundleggjandi ávirkan á prísirnar á grundstykkjum. Men nakað av tí mest áhugaverda hann sigur um sína gransking er at hon staðfestir týdningin av føðini hjá toski og gevur ábendingar um at hendan hevur enn størri leiklut enn fólk flest ímynda sær. Samstundis vil Eivind vera við at fiskiskapurin sjálvur hevur munandi minni ávirkan enn hvat ið hildið hevur verið.
Friday Apr 09, 2021
Friday Apr 09, 2021
Ov mong børn liggja í einari grázonu hvat viðvíkur rættindum og detta burturímillum í dagsins samfelag, sum ikki í nøktandi mun tekur atlit til tann grundleggjandi tørvin á umsorgan, serliga hjá teimum ið av ymiskum orsøkum eru meira viðkvom enn onnur. Meira kann gerast fyri at varpa ljós á viðgerðir ið kunnu bøta munandi um neurlogiskt ólag hjá børnum og vaksnum, eitt nú viðgerðir kring sjón, hoyrn og rørslur umframt kostráðgeving. Reglurnar um hjálp til børn við ávísum diagnosum hava verið ov stirvnar, men tann nýggja lógin á økinum skal gera tað lættari at tryggja øllum hjálp ið hava tørv á tí, uttan mun til diagnosu. Hesar og mangar aðrar avbjóðingar tosar Rósa Samuelsen, løgtingslimur og fyrrverandi borgarstjóri, um í samrøðu við Mikrofonina hesuferð. Rósa hevur eina fjøltáttaða bakgrund innan fiskivinnuna á landi og tók skrivstovuútbúgving á Bacalao í sínari tíð, áðrenn hon flutti til Sandavágs og fekk lærupláss í táverandi Føroya Sparikassa. Hetta var í krepputíðini í 1990unum, og tey innlit hon gjøgnum sítt arbeiði fekk í liviumstøður hjá eldri og øðrum viðskiftafólki gjørdu hana meira tilvitaða sosialt og búskaparliga. So varð hon stillað upp til kommunuval, og tað gjørdist byrjanin til hennara politisku yrkisleið, fyrst sum bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu frá 1999 og tvey ár seinni sum borgarstjóri. Og fýra ár aftan á samanleggingina í 2009 av Sandavágs og Miðvágs kommunum til Vága kommunu gjørdist Rósa borgarstjóri har. Hon sat sum landsstýriskvinna í almannamálum í 2008-2011, og er vald inn á Føroya Løgting á hvørjum løgtingsvali síðani 2008.
Saturday Mar 27, 2021
Saturday Mar 27, 2021
Tørvurin á einum veruligum lokalradio fyri Havnina er stórur, meinar Benny Ejdesgaard, ið flest øll munu kenna sum Koyrilæraran. Benny hevur eina áhugaverda yrkisleið aftan fyri seg, fyrst sum sølumaður í mong ár, síðan sum útbúgvin dekoratørur ið fann sær einki minni enn Lego í Danmark sum lærupláss. Tann útbúgvingin snúði seg serliga um visuella marknaðarføring, sum Benny metir gav nógvan nyttigan lærdóm. Seinni tók hann eisini útbúgving sum koyrilærari og stovnaði egnan koyriskúla tá hann kom aftur til Føroya — og Koyrilærarin koyrir framvegis. Annars dámar honum væl at ferðast til Filippinurnar, har hann hevur keypt sær bæði íbúð og nýliga hús eisini; veðrið er sum ein dreymur har fyri føroyingar, sigur hann, og leggur afturat at fólkið er eisini tað fittasta ein kann ímynda sær. Men beint nú streingir hann serliga á fyri at fáa eitt lokalútvarp fyri Havnina á føtur, og er til reiðar at keypa útgerð til endamálið. Hann metir at stórur áhugi er fyri slíkum útvarpi, ið eitt nú kann siga frá byggiætlanum hjá Býráðnum, lata eldri fólk koma til orðanna, geva ungdóminum í býnum møguleika at gera egnar sendingar og geva ljóð fyri mongum afturat.
Friday Mar 12, 2021
Sveinur Tróndarson um menning á Dimmalætting, miðlamál og mutur
Friday Mar 12, 2021
Friday Mar 12, 2021
Vit hitta hesuferð blaðstjóran á Dimmalætting, sum umframt at hava arbeitt leingi innan miðlaheimin er útbúgvin grannskoðari. Sveinur Tróndarson letur væl at gongdini á blaðnum, har hann á øðrum sinni varð settur sum ábyrgdarblaðstjóri fyri skjótt einum ári síðan. Vit tosa um menningina á Dimmalætting, sum sambært Svein hevur fingið óvæntað góða vend í seinastuni. Vit tosa eisini um serligar avbjóðingar hjá føroyskum miðlum og um broytingar sum henda á økinum. Blaðstjórin sigur sína hugsan um miðlapolitikk íroknað miðlastuðul, og hann vísir á at tíðindabløð í okkara grannalondum fáa munandi almennan stuðul. Eisini eru vit inni á aktuellum málum sum er frammi fyri tíðina, nevniliga spurninginum um mutur, ið tykist koma alsamt meira í ljósmála kring heimin, har sera stórar og væl etableraðar altjóða fyritøkur vísa seg at toppa listarnar yvir mest korruptu fyritøkur. Vit umrøða spurningin eisini í einum størri høpi — ber tað yvirhøvur til sum samfelag at sleppa undan mutri?
Friday Feb 26, 2021
Friday Feb 26, 2021
Tann væl umtókta skonnartin Norðlýsið hevur verið til høvuðsumvæling, samstundis sum tann navnframi skiparin og fyristøðumaðurin Birgir Enni er farin í pensión. Ein nýggjur útgerðamaður er settur at standa fyri arbeiðinum við sølu, marknaðarførslu og víðari menning, og tað er Frank Djurhuus Jacobsen, ein rættiliga væl kendur sølumaður ikki minst frá tíðini hann arbeiddi innan skrivstovu- og telduútgerð men eisini eitt nú innan miðlar. Hann hevur tó altíð havt eitt bein á sjónum og sleppur nú at royna seg í nøkrum hann sjálvur kallar eitt dreymastarv. Hann greiðir frá umvælingini av Norðlýsinum og ætlanunum fyri framtíðina umframt tí áhugaverdu søguni hjá skútuni, sum nýliga varð flotað aftur eftir at hava ligið á beding í nógvar mánaðir. Sum skilst verður nú síðsta hond løgd á arbeiðið at umvæla, og væntandi verður alt klárt til ferðavinnu sesongina í ár fyrst í apríl mánað.