Eivind_2979w.jpgEivind Jacobsen, fyrrverandi borgmeistari á Strondum, fyrrverandi fiskiskipari og fyrrverandi radiovertur á R7, sigur frá um eina granskingarverkætlan hann arbeiðir við fyri tíðina, har nógv av tí vit halda okkum vita um botnfisk undir Føroyum verður vent á. Eivind hevur eisini viðmerkingar um aktuell mál, eitt nú gølusøguna um mutur kring fiskirættindi í Namibia, og dylir ikki fyri hvat hann meinar har. Eisini sigur hann sína hugsan um bústaðarpolitikk í Føroyum og meinar at flestu kommunur stykkja alt ov lítið út, og at hetta hevur grundleggjandi ávirkan á prísirnar á grundstykkjum. Men nakað av tí mest áhugaverda hann sigur um sína gransking er at hon staðfestir týdningin av føðini hjá toski og gevur ábendingar um at hendan hevur enn størri leiklut enn fólk flest ímynda sær. Samstundis vil Eivind vera við at fiskiskapurin sjálvur hevur munandi minni ávirkan enn hvat ið hildið hevur verið.

Rosa_Samuelsen_512x635.jpgOv mong børn liggja í einari grázonu hvat viðvíkur rættindum og detta burturímillum í dagsins samfelag, sum ikki í nøktandi mun tekur atlit til tann grundleggjandi tørvin á umsorgan, serliga hjá teimum ið av ymiskum orsøkum eru meira viðkvom enn onnur. Meira kann gerast fyri at varpa ljós á viðgerðir ið kunnu bøta munandi um neurlogiskt ólag hjá børnum og vaksnum, eitt nú viðgerðir kring sjón, hoyrn og rørslur umframt kostráðgeving. Reglurnar um hjálp til børn við ávísum diagnosum hava verið ov stirvnar, men tann nýggja lógin á økinum skal gera tað lættari at tryggja øllum hjálp ið hava tørv á tí, uttan mun til diagnosu. Hesar og mangar aðrar avbjóðingar tosar Rósa Samuelsen, løgtingslimur og fyrrverandi borgarstjóri, um í samrøðu við Mikrofonina hesuferð. Rósa hevur eina fjøltáttaða bakgrund innan fiskivinnuna á landi og tók skrivstovuútbúgving á Bacalao í sínari tíð, áðrenn hon flutti til Sandavágs og fekk lærupláss í táverandi Føroya Sparikassa. Hetta var í krepputíðini í 1990unum, og tey innlit hon gjøgnum sítt arbeiði fekk í liviumstøður hjá eldri og øðrum viðskiftafólki gjørdu hana meira tilvitaða sosialt og búskaparliga. So varð hon stillað upp til kommunuval, og tað gjørdist byrjanin til hennara politisku yrkisleið, fyrst sum bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu frá 1999 og tvey ár seinni sum borgarstjóri. Og fýra ár aftan á samanleggingina í 2009 av Sandavágs og Miðvágs kommunum til Vága kommunu gjørdist Rósa borgarstjóri har. Hon sat sum landsstýriskvinna í almannamálum í 2008-2011, og er vald inn á Føroya Løgting á hvørjum løgtingsvali síðani 2008. 

benny_ejdesgaard.jpgTørvurin á einum veruligum lokalradio fyri Havnina er stórur, meinar Benny Ejdesgaard, ið flest øll munu kenna sum Koyrilæraran. Benny hevur eina áhugaverda yrkisleið aftan fyri seg, fyrst sum sølumaður í mong ár, síðan sum útbúgvin dekoratørur ið fann sær einki minni enn Lego í Danmark sum lærupláss. Tann útbúgvingin snúði seg serliga um visuella marknaðarføring, sum Benny metir gav nógvan nyttigan lærdóm. Seinni tók hann eisini útbúgving sum koyrilærari og stovnaði egnan koyriskúla tá hann kom aftur til Føroya — og Koyrilærarin koyrir framvegis. Annars dámar honum væl at ferðast til Filippinurnar, har hann hevur keypt sær bæði íbúð og nýliga hús eisini; veðrið er sum ein dreymur har fyri føroyingar, sigur hann, og leggur afturat at fólkið er eisini tað fittasta ein kann ímynda sær. Men beint nú streingir hann serliga á fyri at fáa eitt lokalútvarp fyri Havnina á føtur, og er til reiðar at keypa útgerð til endamálið. Hann metir at stórur áhugi er fyri slíkum útvarpi, ið eitt nú kann siga frá byggiætlanum hjá Býráðnum, lata eldri fólk koma til orðanna, geva ungdóminum í býnum møguleika at gera egnar sendingar og geva ljóð fyri mongum afturat.

Sveinur_2255.jpgVit hitta hesuferð blaðstjóran á Dimmalætting, sum umframt at hava arbeitt leingi innan miðlaheimin er útbúgvin grannskoðari. Sveinur Tróndarson letur væl at gongdini á blaðnum, har hann á øðrum sinni varð settur sum ábyrgdarblaðstjóri fyri skjótt einum ári síðan. Vit tosa um menningina á Dimmalætting, sum sambært Svein hevur fingið óvæntað góða vend í seinastuni. Vit tosa eisini um serligar avbjóðingar hjá føroyskum miðlum og um broytingar sum henda á økinum.  Blaðstjórin sigur sína hugsan um miðlapolitikk íroknað miðlastuðul, og hann vísir á at tíðindabløð í okkara grannalondum fáa munandi almennan stuðul. Eisini eru vit inni á aktuellum málum sum er frammi fyri tíðina, nevniliga spurninginum um mutur, ið tykist koma alsamt meira í ljósmála kring heimin, har sera stórar og væl etableraðar altjóða fyritøkur vísa seg at toppa listarnar yvir mest korruptu fyritøkur. Vit umrøða spurningin eisini í einum størri høpi — ber tað yvirhøvur til sum samfelag at sleppa undan mutri?

Frank.jpg Tann væl umtókta skonnartin Norðlýsið hevur verið til høvuðsumvæling, samstundis sum tann navnframi skiparin og fyristøðumaðurin Birgir Enni er farin í pensión. Ein nýggjur útgerðamaður er settur at standa fyri arbeiðinum við sølu, marknaðarførslu og víðari menning, og tað er Frank Djurhuus Jacobsen, ein rættiliga væl kendur sølumaður ikki minst frá tíðini hann arbeiddi innan skrivstovu- og telduútgerð men eisini eitt nú innan miðlar. Hann hevur tó altíð havt eitt bein á sjónum og sleppur nú at royna seg í nøkrum hann sjálvur kallar eitt dreymastarv. Hann greiðir frá umvælingini av Norðlýsinum og ætlanunum fyri framtíðina umframt tí áhugaverdu søguni hjá skútuni, sum nýliga varð flotað aftur eftir at hava ligið á beding í nógvar mánaðir. Sum skilst verður nú síðsta hond løgd á arbeiðið at umvæla, og væntandi verður alt klárt til ferðavinnu sesongina í ár fyrst í apríl mánað.

jens.jpgLjóðlistamaðurin Jens L. Thomsen býr nú aftur Innan Glyvur og er í ferð við festa røtur aftur sum føroyingur — aftan á mong ár í London, har hann lærdi alt um bretska tónleikaframleiðslu og nýggjastu tøkni innan tónleik og ljóð. Hann tók eina bachelor innan Music Technology á Thames Valley University meðan hann gjørdi tónleik ikki minst í slóðbrótandi Orka høpi umframt at framleiða fyri onnur. Eisini gjørdist hann alsamt meira áhugaður í ljóðlist so væl sum ljóðtøkni, og nýliga nam hann eina master útbúgving á London South Bank University innan Environmental and Architectural Acoustics. Sær sjálvum líkur hevur Jens nógv jørn í eldinum og úr at gera, bæði við tónleiki og ljóðmyndum. Stutt fyri jól, tá Eysturoyartunnilin læt upp, var tað eisini til eina hugtakandi ljóðmynd sum Jens hevði skapað til høvið, og beint nú mixar hann tvær komandi útgávur fyri Orka, har hann framvegis er primus motor.

Michel_0681-w.jpgMichel Nielsen, ein ung havnarkvinna úr Vestmanna, er rættiliga kend millum rossafólk men eisini í ymiskum øðrum høpi; millum annað hevur hon stovnað tænastuvirkið Spark Media, ið ráðgevur fyritøkum og hjálpir teimum at brúka sosialar miðlar. Harafturat rekur Michel Nielsen nethandilin Ravna.fo har ikki minst teir væl umtóktu “bibbuskógvarnir” fáast. Hon sigur at hon droymir um at menna sítt vinnuliga virksemi til at gerast størri, men hevur eina meira persónliga enn yrkisliga tilgongd tá tað kemur til hugtøk sum tænastu og kundarøkt. Tá talan er um bústaðarviðurskifti í Havn hevur Michel eisini gjørt sær nakrar tankar sum bróta týðiliga frá tí ið vanliga hoyrist; hon vísir m.a. til eina “Five Finger” býarætlan har hugsað verður eini 100 ár fram í tíðina.

Jak_Magnussen_0592w.jpgAt Jákup Magnussen, radio dj og vertur í sendingini Plátubarrin, hevur Føroya bestu útvarpsrødd, munu helst fleiri vera samd um. Men hann er eisini útbúgvin sum journalistur og sleppur — ólíkt teimum sum arbeiða á tíðindaredaktiónini á Kringvarpinum — at seta neyðuga tíð av til at seta seg inn í tey evnir hann dekkar; tí hann er ikki bundin av dagligum tíðinda deadline’um. Plátubarrin er nevniliga ein væl researchað sending. Jákup hevur meiningar um ymiskt, frá roykiforboðum og undirsjóvartunlum til samfelagsviðurskifti og filosofiskar spurningar um lívið og tilveruna. Hvussu broyttist tónleikurin frá seinnu helvt av 1970unum og upp gjøgnum 1980ini? Átti Kringvarp Føroya at havt eina náttarsending har fólk sum ikki fáa sovið ella av øðrum orsøkum eru uppi á náttartíð, kunnu ringja inn, kanska anonymt, og tosa um hvat tað skal vera? Eru støk fólk órímiliga nógv fyri vanbýti? Disco Beiggjon hevur bæði eitt og annað áhugavert upp á hjarta.

Dan_Klein_0160w.jpgFáur innan tann føroyska miðlaheimin man hava torað betur enn Dan Klein at siga hart og beinleiðis frá sovorðnum sum annars neyvan verður tikið upp á tungu alment. ĺ løtuni arbeiðir hann við einari bók sum detaljerað viðger fleiri av teimum viðbreknu málum hann skrivaði um í '80unum og '90unum og bleiv rættarforfylgdur fyri og í onkrum føri enntá mátti inn at sita fyri. Hann vísir millum annað á dómin hjá mannarættinda dómstólinum í Strasbourgh, í tí sokallaða Grønjakka-málinum, har Jens Oluf Jersild, táverandi redaktørur á donskum sjónvarpsprogrammi, varð fríkendur fyri at eiga ábyrgd av racistiskum úttalilsi hjá gesti í sjónvarpsstudio, øvugt av tí sum tann danska rættarskipanin var komin fram til. ĺ tí høpinum er nærliggjandi at spyrja hvussu tað ber til at Dan Klein kortini varð dømdur og mátti í geglið fyri úttalilsi sum hann hevði citerað navngivna keldur fyri — sum keldan harafturat av sínum eintingum, eitt nú yvir fyri løgregluni og eisini alment, hevði váttað at eiga fulla ábyrgd av. Hoyr um alt hetta og mangt afturat í drúgvari og sera hugtakandi samrøðu. HENDAN EPISODAN ER ÚTSETT INNTIL VĺÐARI. 

Niklai_Nysted_4254C.jpgNiklái Nysted, stjóri í fyritøkuni Knassar, sum m.a. eigur Portal.fo og Vevlýsingar, sigur sína hugsan um miðlastuðul og hví hann ikki tekur undir við slíkum. Hann tosar síðan um ta nýggju lógina um datavernd sum kemur í gildi aftan á nýggjár og tann sonevnda talgilda samleikan, umframt um tøknifrøði á tí fíggjarliga økinum. Her setir hann spurning við føroyskan vinnupolitikk á hesum økjum og ávarar staðiliga ímóti verandi tilgongd, ið hann metir setir bæði okkara fólkaræði og okkara sjálvbjargni í vanda.

Load more

Podbean App

Play this podcast on Podbean App