
2.5K
Downloads
15
Episodes
Mikrofonin er eitt podvarp sum verður slept umleið einaferð um mánaðin (nú eisini á video, í samstarvi við Lokalt.fo). Vit interviewa persónar sum hava spennandi vitan at deila ella áhugaverdar meiningar um ikki bara hvat sum helst. Mikrofonin er partapolitiskt óheft, og bæði fjøltáttað og upplýsandi, eisini í mun til hvat sum er frammi í tíðini. Vertur er Búi Tyril.
Episodes

Friday Feb 12, 2021
Friday Feb 12, 2021
Ljóðlistamaðurin Jens L. Thomsen býr nú aftur Innan Glyvur og er í ferð við festa røtur aftur sum føroyingur — aftan á mong ár í London, har hann lærdi alt um bretska tónleikaframleiðslu og nýggjastu tøkni innan tónleik og ljóð. Hann tók eina bachelor innan Music Technology á Thames Valley University meðan hann gjørdi tónleik ikki minst í slóðbrótandi Orka høpi umframt at framleiða fyri onnur. Eisini gjørdist hann alsamt meira áhugaður í ljóðlist so væl sum ljóðtøkni, og nýliga nam hann eina master útbúgving á London South Bank University innan Environmental and Architectural Acoustics. Sær sjálvum líkur hevur Jens nógv jørn í eldinum og úr at gera, bæði við tónleiki og ljóðmyndum. Stutt fyri jól, tá Eysturoyartunnilin læt upp, var tað eisini til eina hugtakandi ljóðmynd sum Jens hevði skapað til høvið, og beint nú mixar hann tvær komandi útgávur fyri Orka, har hann framvegis er primus motor.

Friday Jan 29, 2021
Sosialir miðlar, bibbuskógvar og ross: Michel Nielsen
Friday Jan 29, 2021
Friday Jan 29, 2021
Michel Nielsen, ein ung havnarkvinna úr Vestmanna, er rættiliga kend millum rossafólk men eisini í ymiskum øðrum høpi; millum annað hevur hon stovnað tænastuvirkið Spark Media, ið ráðgevur fyritøkum og hjálpir teimum at brúka sosialar miðlar. Harafturat rekur Michel Nielsen nethandilin Ravna.fo har ikki minst teir væl umtóktu “bibbuskógvarnir” fáast. Hon sigur at hon droymir um at menna sítt vinnuliga virksemi til at gerast størri, men hevur eina meira persónliga enn yrkisliga tilgongd tá tað kemur til hugtøk sum tænastu og kundarøkt. Tá talan er um bústaðarviðurskifti í Havn hevur Michel eisini gjørt sær nakrar tankar sum bróta týðiliga frá tí ið vanliga hoyrist; hon vísir m.a. til eina “Five Finger” býarætlan har hugsað verður eini 100 ár fram í tíðina.

Friday Jan 15, 2021
Friday Jan 15, 2021
At Jákup Magnussen, radio dj og vertur í sendingini Plátubarrin, hevur Føroya bestu útvarpsrødd, munu helst fleiri vera samd um. Men hann er eisini útbúgvin sum journalistur og sleppur — ólíkt teimum sum arbeiða á tíðindaredaktiónini á Kringvarpinum — at seta neyðuga tíð av til at seta seg inn í tey evnir hann dekkar; tí hann er ikki bundin av dagligum tíðinda deadline’um. Plátubarrin er nevniliga ein væl researchað sending. Jákup hevur meiningar um ymiskt, frá roykiforboðum og undirsjóvartunlum til samfelagsviðurskifti og filosofiskar spurningar um lívið og tilveruna. Hvussu broyttist tónleikurin frá seinnu helvt av 1970unum og upp gjøgnum 1980ini? Átti Kringvarp Føroya at havt eina náttarsending har fólk sum ikki fáa sovið ella av øðrum orsøkum eru uppi á náttartíð, kunnu ringja inn, kanska anonymt, og tosa um hvat tað skal vera? Eru støk fólk órímiliga nógv fyri vanbýti? Disco Beiggjon hevur bæði eitt og annað áhugavert upp á hjarta.

Friday Dec 11, 2020
Friday Dec 11, 2020
Niklái Nysted, stjóri í fyritøkuni Knassar, sum m.a. eigur Portal.fo og Vevlýsingar, sigur sína hugsan um miðlastuðul og hví hann ikki tekur undir við slíkum. Hann tosar síðan um ta nýggju lógina um datavernd sum kemur í gildi aftan á nýggjár og tann sonevnda talgilda samleikan, umframt um tøknifrøði á tí fíggjarliga økinum. Her setir hann spurning við føroyskan vinnupolitikk á hesum økjum og ávarar staðiliga ímóti verandi tilgongd, ið hann metir setir bæði okkara fólkaræði og okkara sjálvbjargni í vanda.
Friday Nov 27, 2020
Annika Bolton Mortensen um slagsíðu í tíðindum og hótt fólkaræði
Friday Nov 27, 2020
Friday Nov 27, 2020
Hon er fødd í Englandi, uppvaksin á Tvøroyri og mamma at tveimum børnum, útbúgvin sum journalistur í Englandi og sum yoga lærari í India. Hevur starvast á Kringvarpi Føroya, Rás2, The Copenhagen Post og aðrastaðni, og tey seinastu árini hevur hon verið á R7. Hon er nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU). Annika Bolton Mortensen tosar við Mikrofonina um tíðindaflutning í Føroyum og aðrastaðni; um hví mong uppliva at miðlar sum eitast at vera óheftir kortini tykjast partískir; um samfelagsliga óhepnar og anti-demokratiskar tilgongdir eitt nú í Danmark, har heilsumálaráðharrin nú skal hava sera víðgongdar heimildir; um Trump og forsetavalið í USA; og síðst men ikki minst, um umhvørvismál og FNU.